Hjálparvenjarin: Ja, endin var góður!

Hjálparvenjarin: Ja, endin var góður!
Tá endin er góður, er alt gott, sigst, og júst endan á javnleikinum ímóti Sveis var Hjalti M. Jacobsen væl nøgdur við. Hann gleddist um, at Vilhelm Poulsen var bjargingarmaður
16.01.2026 - 22:05

Ja, endin var góður!

Tað segði hjálparvenjarin hjá Føroyum Hjalti Mohr Jacobsen, sum júst hevði sæð Vilhelm Poulsen javna til 28-28 í fyrsta EM-dystinum í Olso ímóti Sveis.

At tað júst gjørdist stinni høgri bakkurin, sum var bjargingarmaður gleddi hjálparvenjaran.

 - So skorar Vilhelm upp á kanska tað torførastu støðuna, sum hann hevði í dag. So eg eri ótrúliga glaður, og serliga fyri Vilhelm, at hann sleppur at bjarga okkum hatta stigið, segði Hjalti Mohr Jacobsen.

Eftir síða upp og síða niður hevur verið skrivað um økslina hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, var spælskiparin við frá byrjan, og Føroyar vóru omaná ímóti Sveis fyri steðgin.

Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, struku Føroyar undan, og eitt skifti vóru seks mál á muni. Sveis kom kortini sterkt aftur, meðan føroyingarnir vórðu ørkymlaðir - ikki minst inn á turkiska dómaraparið, sum tók nakrar ivasamar avgerðir.

Men tá tað sá út til at Sveis skuldi fara avstað við øllum, bjargaði Pauli Jacobsen, áðrenn Vilhelm Poulsen kundi javna.

 - Vit spæla fínt álopsspæl eina løtu, men so byrjar málverjin at bjarga. Og so er ofta so, at sjálvt um tú spælir teg til røttu støðurnar, byrjar tú at ivast, tí málverjin hevur yvirtakið, greiddi hjálparvenjarin frá.

 - Og so kemur ein løta, har vit ikki spæla væl, og tveita bóltar burtur.

Eina stigið kemur kortini sera væl við, og sunnudagin er Montenegro á skránni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329