Greinari: Føroya Banki klárar seg væl og gevur stórt avkast

Greinari: Føroya Banki klárar seg væl og gevur stórt avkast
Búskaparliga afturgongdin, sum roknað var við, kom ikki, og íleggjarar eru sinnaðir at rinda meira fyri partabrøv í bankum, sigur Per Grønborg, partabrævagreinari
Kursurin á partabrævinum í Føroya Banka er hækkaður úr 162 við árslok í 2024 upp í 295 fríggjadagin í síðstu viku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.01.2026 - 14:31

Tað er ikki bara tað, at áhugin fyri smærri donskum bankum er vaksin, eftir at Sydbank keypti Arbejdernes Landsbank og Vestjysk Bank, sum er orsøkin til, at kursurin á partabrævinum hjá Føroya Banka er hækkaður úr 162 við árslok í 2024 upp í 295 fríggjadagin í síðstu viku. 

Útlitini fyri bankarnar eru batnað, tí búskaparliga afturgongdin, sum roknað var við fyri nøkrum árum síðani, kom ikki, sigur Per Grønborg, partabrævagreinari, sum skrivar um partabrøv fyri Økonomisk Ugebrev.

 

Per Grønborg. (Mynd: FinansWatch)

 

Føroya Banki hevur klárað seg væl og givið størri avkast, og tað er ein av orsøkunum til, at kursurin á partabrævinum hjá Føroya Banka er hækkaður so nógv, sum hann er.

Og íleggjarar eru sinnaðir at gjalda meira fyri partabrøv í bankum, sigur Per Grønborg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19012025_Per_Gronborg

 

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459