Ætla at fáa Trump frá við serligari heimild í grundlógini

Ætla at fáa Trump frá við serligari heimild í grundlógini
Forsetin er illa sálarliga sjúkur, og hann setur lívið hja sameindum í váða, sigur ein av kongresslimunum, sum virkar fyri at fáa forsetan frá
Hóast roynt verður at fáa Donald Trump, forseta, frá, er einki, sum bendir á, at undirtøka er fyri tí í Kongressini.
Mynd: Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.01.2026 - 08:14

Fleiri limir í Kongressini ætla at brúka 25. broytingina í amerikansku grundlógini, sum gevur heimild til fyribils at koyra ein forseta frá, um hann ikki megnar at røkja sínar skyldur.

- Amerikanski forsetin er illa sálarliga sjúkur, og hann setur lívið hjá sameindum í váða. Tað er júst tí, vit hava 25. broytingina - vit mugu brúka hana alt fyri eitt, skrivar Yassamin Ansari, limur í umboðsmannatinginum fyri demokratarnar, á miðlinum X.

Hon er ein av fleiri kongresslimum, sum mæla til at brúka broytingarískoytið í grundlógini. Tað er ongantíð brúkt áður.

Men eingin ábending er um, at undirtøka er fyri hesum í Kongressini nú.

Uppskot var eisini um at brúka 25. broytingina í grundlógini í sambandi við álopið á Kongressina 6. januar 2021 undir fyrra forsetaskeiðnum hjá Donaldi Trump sum forseta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391