Virkandi forsetin í Venesuela: Vit hava fingið nóg mikið av USA

Virkandi forsetin í Venesuela: Vit hava fingið nóg mikið av USA
Delcy Rodríguez sigur, at politikarar í Venesuela eiga sjálvir at sleppa at loysa trupulleikarnar í landinum
Tá Delcy Rodríguez var tikin í eið sum forseti í Venesuela, eftir at Maduro, forseti, var tikin og fluttur til USA.
Mynd: Marcelo Garcia/AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.01.2026 - 08:40

Delcy Rodríguez, sum hevur verið virkandi forseti í Venesuela, eftir at USA tók Manduro, forseta, í januar, hevur nú fingið nóg mikið av USA.

Tað segði hon í eini røðu fyri oljuarbeiðarum leygardagin.

- Vit hava fingið nóg mikið av boðum úr Washington til politikarar í Venesuela. Lat politikarar í Venesuela loysa trupulleikarnar í landinum sjálvir. Nú er tað nóg mikið við útlendskum valdi, hevur Rodríguez sagt, skrivar AFP.

Rodríguez var varaforseti, tá ið USA tók Manduro, forseta, sum kom fyri ein amerikanskan dómstól. Trump, forseti, hevur sagt, at hann fer at samstarva við Rodríguez sum fyribils forseta, so leingi stjórn hennara ger eftir boðum úr USA.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786