ES gevst at innflyta russiskt gass í 2027

ES gevst at innflyta russiskt gass í 2027
Fyri russisku innrásina í Ukraina innflutti ES 40 prosent gassi úr Russlandi. Nú er innflutningurin minkaður í 13 prosent
Gassinnflutningurin úr Russlandi til ES er nógv minkaður, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. Næsta ár skal ES gevast at innflyta gass úr Russlandi
 
26.01.2026 - 11:45

ES hevur avgjørt at banna innflutningi av russiskum gassi í 2027.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Bannið varð kunngjørt fyrst í desember, men er formliga samtykt á ES-fundi í Brússel í dag.

Avgerðin varð tikin umleið fýra ár eftir stóru russisku innrásina í Ukraina í 2022.

 

40 prosent komu úr Russlandi

Fyri kríggið í Ukraina stóð Russland fyri meira enn 40 prosentum av gassveitingini hjá ES, skrivar Reuters. 

Í fjør komu umleið 13 prosent av gassinum, sum ES innflytur, úr Russlandi, upplýsir tíðindastovan.

Slovakia og Ungarn vóru einastu londini  í ES, sum atkvøddu ímóti. 

Ungarn hevur boðað frá, at tað fer at skjóta málið inn fyri Evropeiska dómstólin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098