Sjóvindmyllur í Norðsjónum skulu framleiða 100 gigawatt av streymi

Sjóvindmyllur í Norðsjónum skulu framleiða 100 gigawatt av streymi
Avtalan verður eftir ætlan undirskrivað í Hamburg í dag
Fleiri lond hava stórar ætlanir við sjóvindmyllum í Norðsjónum. (Savnsmynd)
 
26.01.2026 - 13:53

Noreg, Danmark, Bretland og sjey onnur lond fara at gera avtalu um at veita 100 gigawatt av streymi frá sjóvindmyllum í Norðsjónum, skrivar Reuters.

Sambært tíðindastovuni, verður avtalan eftir ætlan undirskrivað á einum toppfundi um sjóvindorku í Hamburg í dag.

Londini binda seg til at veita 100 gigawatt av vindorku gjøgnum stórar felags verkætlanir, upplýsir bretska stjórnin.

Til samanberingar var samlaða orkuframleiðslan í Noregi við ársbyrjan í fjør 40,3 gigawatt. Meginparturin stavaði frá vatnorku, upplýsir norska vatntilfeingis- og orkustýrið (NVE).

Nýggja lyftið frá Norðsjóvarlondunum er sostatt meira enn tvífalt so stórt sum orkuframleiðslan í Noregi.

Avtalan kemur bert fáar dagar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, herdi sína atfinningar móti grønari orku. 

Avtalan er greitt tekin um, at stjórnirnar í vestur- og norðurevropa framvegis leggja dent á vindorku sum ein hátt at styrkja orkutrygdina í økinum, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167