Hondbólts- og fimleikavenjarar kappast um heiður

Hondbólts- og fimleikavenjarar kappast um heiður
Sámal Jákup Djurhuus úr Stjørnuni, Durita K. Poulsen úr Støkk og Hjalti M. Jacobsen og Djóni G. Joensen hjá U21-hondbóltslandsliðnum eru í uppskotið til ítróttavenjaran 2025
 
27.01.2026 - 11:40

Sámal Jákup Djurhuus úr Stjørnuni, Durita Knudsen Poulsen úr Støkk og Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hjá U21-manslandsliðnum í hondbólti eru í uppskotið til ítróttavenjaran 2025, sum ÍSF letur á Ítróttafagnaðinum 2025, sum verður í Varpinum í Klaksvík 7. februar.

Ársins venjari er ein, sum skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrvali, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir og kappingar, skrivar ÍSF. 

 

Sámal Jákup Djurhuus úr Stjørnuni

Sámal Jákup Djurhuus hevur í fleiri ár víst eitt serligt arbeiðslag og eina miðvísa tilgongd, sum hevur havt stóran týdning fyri menningina av hondbóltsfelagnumStjørnuni.

Hann arbeiðir álítandi og miðvíst út frá strategisku leiðreglunum hjá felagnum. Hann dugir at gera strategi til praksis, og tað sæst aftur í trivnaði, menning og úrslitum hjá spælarunum.

Hann leggur stóran dent á felagsskap og trivnað, og hann arbeiðir málrættað við at skapa eitt umhvørvi, har børn, ung og vaksin trívast, og øll kenna seg vælkomin, sædd og hoyrd.

Sámal Jákup Djurhuus er harafturat ein sera dugnaligur hondbóltsvenjari. Hann hevur eindømis førleika at laga sína venjing eftir aldri og førleikum hjá leikarunum. Hann megnar at stimbra og menna tann roynda 60 ára gamla leikaran - eins væl og ta trý ára gomlu gentuna, sum júst er byrjað, skrivar ÍSF.

 

Durita Knudsen Poulsen úr Støkk

Durita Knudsen Poulsen umboðar alt tað besta, vit kenna úr føroyskum ítrótti: ágrýtni, fakligheit, eldhuga og hjarta.

Sum venjari hjá kvinnum í fimleikafelagnum Støkk hevur hon í fleiri ár lyft stigið og ment eina heildarhugsan, sum bæði styrkir einstaka íðkaran og felagið sum heild, skrivar ÍSF.

Hon er eisini venjari í “Styrki og Konditión” – eitt lið fyri øll, har hon sameinir fimleik, styrkivenjing og góðan felagsskap.

Durita Knudsen Poulsen kennir hvørja gentu, veit júst hvat skal til fyri at flyta hana víðari, og hon dugir at skapa gleði, trúgv og sjálvsálit í venjingini.

Hon er ein týðandi drívmegi í Støkk og var landsliðsvenjari í fleiri ár, har hon leiddi føroysku fimleikararnar til fleiri oyggjaleikir.

 

Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hjá U21-manslandsliðnum í hondbólti

Venjararnir hjá U21-manslandsliðnum, sum vann HM-bronsu, eru í sínum dagliga yrki venjarar hjá nógvum evnaríkum leikarum í Kyndli og H71.

Dagliga menna teir leikarar, sum leita sær uttanlands at spæla á høgum stigi, og við avrikinum í Póllandi í summar vístu teir, at føroyskir venjarar eisini kunnu gera seg galdandi millum heimsins bestu, skrivar ÍSF.

Vit hava av røttum hoyrt nógv um leikararnar. Men fyri at leikararnir kunnu gera sítt besta krevst, at venjararnir seta krøv og geva uppgávur, sum liðið kann loysa. Bæði í fyrireiking undan dystum, til venjing og tá dómarin bríkslar í gongd.

Smáu tillagingarnar, sum venjararnir gjørdu til hesa kappingina, høvdu eyðmerktan virknað og týdning. Fyri hvønn dyst sá tað út, sum at liðið gjørdist stinnari og fekk fleiri streingir at spæla uppá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377