Løgmaður skal svara 59 spurningum um Suðuroyartunnilin

Løgmaður skal svara 59 spurningum um Suðuroyartunnilin
Fíggjarnevndin hevur eisini sent landsstýrismanninum í tilfeingis- og vinnumálum spurningar, sum allir skulu svarast í seinasta lagi mánadagin
Fíggjarnevndin hevur sent løgmanni, sum eigur lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin, ikki færri enn 59 spurningar um verkætlanina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.01.2026 - 08:34

Fíggjarnevndini hjá løgtinginum er verri enn so liðug at viðgera lógaruppskotið um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin.

Fíggjarnevndin hevur sent løgmanni, sum eigur lógaruppskotið, ikki færri enn 59 spurningar um verkætlanina.

Spurningar fevna breitt - flestu eru tó um teknisk viðurskifti av alskyns slag.

Eisini verður spurt um, hvussu Løgmansskrivstovan og partafelagið Suðuroyartunnilin fyrihalda seg til útsagnir frá náttúrufelagsskapum, sum vísa á, at ætlaðu loysnirnar ikki eru góðar fyri djóralív og náttúru.

Fíggjarnevndin hevur givið løgmanni freist til mánadagin at svara teimum 59 spurningunum um stóru tunnilsverkætlanina.

 


Eirikur í Jákupsstovu.

 

Eirikur skal eisini svara

Eisini landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálaráðnum, sum varðar av Jarðfeingi, skal svara spurningum um Suðuroyartunnilin.

Fíggjarnevndin vil serliga hava at vita, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar mælt verður til at gera aftrat út fyri Skarvanes-landinum. Og eisini vil nevndin hava at vita, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar aftrat av alternativu tunnilsleiðini, , sum verður nevnd "Múlaleiðini".

 


Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini. 

 

Eisini landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum hevur fingið freist til mánadagin at svara fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur fund aftur hósdagin í næstu viku, og tá er lógaruppskotið um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin aftur á skránni. 

Fíggjarnevndini hevur fyribils fingið longda freist til 18. februar at skriva álit í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762