Kunnu fáa samansparing útgoldna fyri fólkapensjónsaldur

Kunnu fáa samansparing útgoldna fyri fólkapensjónsaldur
Talan er um fólk, sum nærkast pensjónsaldri, og hava fingið tillutaða framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
 
30.01.2026 - 13:40

Nú skal bera til hjá fólki, sum hava skerdan arbeiðs- og vinnuførleika, at fáa útgoldið privata eftirlønarsamansparing, áðrenn tey koma í fólkapensjónsaldur.

Tað ætlar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskot um at broyta eftirlønarlógina fyri løgtingið. 

Talan er um fólk, sum nærkast pensjónsaldri, og hava fingið tillutaða framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón.

Lógaruppskotið leggur upp til, at tey kunnu fáa útgoldið sína privatu eftirlønarsamansparing trý ár fyri fólkapensjónsaldurin.

 

Fer ikki at loysa seg hjá øllum

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið upplýsir Fíggjarmálaráðið, at tað fer ikki at løna seg hjá øllum at fáa pensjónssamansparingina útgoldna.

Tí noyðist hvør einstakur at gera av, um tikið verður av nýggja møguleikanum. 

Fólk, sum hava framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, kunnu í 2026 hava 106.000 kr. í árligari inntøku, áðrenn pensjónin lækkar. Mótroknað verður við 30 prosentum av inntøkuni, sum er størri enn 106.000 krónur.

Uppskotið var lagt fyri løgtingið í gjár, og kemur til 1. viðgerð hósdagin í næstu viku.

Les uppskotið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847