Norðmenn hava mist álitið á krúnprinsessuna

Norðmenn hava mist álitið á krúnprinsessuna
Kanning vísir, at 76 prosent siga seg hava minni álit á krúnprinsessuni nú, meðan 23 prosent svara, at álitið er óbroytt
Mette-Marit krúnprinsessa í Noregi er endað í einum ódnarveðri, eftir at fleiri Epstein-skjøl eru kunngjørd. Og tað sæst eisini aftur í meiningakanning.
Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix  
 
03.02.2026 - 10:50

Tríggir av fýra norðmonnum hava mist álitið á Mettu-Marit krúnprinsessu.

Tað vísir ein meiningakanning, sum Norstat hevur gjørt fyri norska kringvarpið, NRK, og Dagbladet.

1025 fólk vórðu spurd, hvussu stórt álit tey høvdu á krúnprinsessuni eftir miðlaumrøðuna av sambandi hennara við Jeffry Epstein.

76 prosent svaraðu, at tey hava fingið minni álit á krúnprinsessuni, meðan 23 prosent siga, at álitið er óbroytt, skrivar NRK.

 

Tey ungu hava minst álit

Serliga nógv er álitið minkað millum tey yngru, hjá fólki millum 18 og 39 ár. Av teimum svara 81 prosent, at tey hava minni álit á krúnprinsessuni, enn áður.

44 prosent av teimum spurdu halda ikki, at Mette-Marit kann gerast drotning í Noregi. 22 prosent halda, at tað kann hon, meðan 35 prosent vita ikki.

Kongshúsið vil ikki gera viðmerkingar til spurnakanningina.

- Vit plaga ikki at gera viðmerkingar til slíkar kanningar, sigur kunningarfólkið, Sara Svanemyr, við norska Kringvarpið.

 

Tætt samband við Epstein

Fríggjadagin almannakunngjørdi amerikanska løgmálaráðið fleiri enn tríggjar milliónir nýggj skjøl í Epstein-málinum.

Tilfarið vísir nógv og tætt samband í fleiri ár millum krúnprinsessuna og dømda kynsbrotsmannin, Jeffey Epstein.

Mette-Marit krúnprinsessa hevur viðgingið at hava víst sera vánalig metingarevni, og hevur biðið um umbering.

Fleiri onnur fólk í høgum størvum í Noregi eru eisini sett í samband við Jeffrey Epstein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786