Kanada og Frakland lata sendistovu upp í Nuuk

Kanada og Frakland lata sendistovu upp í Nuuk
Kanadiski uttanríkisráðharrin, Anita Anand, verður stødd í Nuuk í sambandi við, at sendistovan letur upp
Mynd: Foto: Carlos Osorio/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.02.2026 - 08:11

Kanada og Frakland lata upp sendistovur í Nuuk í dag, skrivar AFP-tíðindastovan.

Til tess at vera meira til staðar í Arktis lata Kanada og Frakland upp sendistovur, skrivar franski miðilin, France24.

Men ein sendistova er eisini ein partur av tí at nærkast grønlendska fólkinum.

Tað segði franski forsetin, Emmanuel Macron, tá hann vitjaði í Grønlandi í fjør.

- Vit fara at lata eina sendistovu upp her í Nuuk, til tess at vera nærri tykkum og at standa undir liðini á tykkum, segði Macron tá.

Tá sendistovurnar lata upp í dag, vera millum onnur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og kanadiski uttanríkisráðharrin, Anita Anand, hjástødd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327