Ákæruvaldið krevur 12 ára fongsul - dómur fellur í dag

Ákæruvaldið krevur 12 ára fongsul - dómur fellur í dag
Verjarnir krevja frídøming fyri, at løgreglan skal hava gjørt sonevnt agentvirksemi
Føroya rættur fellur dóm í stóra rúsevnismálinum seinnapartin í dag.
 
11.02.2026 - 09:06

Ákæruvaldið krevur 12 ára fongsulsrevsing til tveir persónar fyri at innflyta rúsevni til Føroya í sodavatnsdósum.

Verjarnir krevja frídøming fyri, at løgreglan skal hava gjørt sonevnt agentvirksemi, sum er ólógligt.

Smuglaða evnið varð rættarfundinum í gjár stundum lýst sum "syntetiske canaboider", ella við navninum pinaca.

Tað varð innflutt í sodavatnsdósum, sum sóu út til at vera Pepsi Max.

Dómur fellur í dag klokkan 14. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Inga Midjord, ákæra: 

 

11022026_Rusevnismal

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542