Starlink sløkt fyri russum: Færri dronuálop á hermótinum

Starlink sløkt fyri russum: Færri dronuálop á hermótinum
Darvað russiskt samband hevur gjørt tað lættari hjá Ukraina at kortleggja herdeildir og raka mál, sigur Bjørn Kallsoy, føroyskur hermaður í Ukraina
Ukraina roynir at gagnnýta støðuna, nú russar ikki hava samband við Starlink longur
Mynd: Mil.gov.ua, CC BY 4.0, via Wikimedia Commons  
 
22.02.2026 - 15:09

Russisk dronuálop í Ukraina eru minkað munandi, eftir at Elon Musk og SpaceX sløktu Starlink fyri russiskar herdeildir fyrst í februar.

– Ukraina hevur gagnnýtt hetta við einum serligum átaki at finna útav, hvar russiskar herdeildir eru á frontinum, sigur Bjørn Kallsoy, føroyskur hermaður í Ukraina.

Sambært honum hava russar nú trupult við at samskifta og stýra álopum, og serfrøðingar meta, at dronuálopini á hermótinum eru minkaði við umleið helvt. Hetta hevur givið ukrainskum herdeildum nakað av framgongd sunnarlaga í landinum, hóast russar framvegis trýsta á hermótinum í Eysturukraina, serliga í Luhansk og Donetsk.

Samstundis hevur Ukraina økt síni dronuálop móti russiskum málum, millum annað á oljugoymslur og loftverjuskipanir, fyri at skapa “hol” í verjuni. Russland heldur kortini fram við víðfevndum álopum um náttina móti millum annað orkukervinum í Ukraina, og fleiri býir – eisini partar av Kyiv – hava verið uttan streym og hita.

Hoyr innslag her:

Bjorn_Kallsoy_kl_14

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098