Lógin um Suðuroyartunnilin er komin í gildi

bannari
Lógin um Suðuroyartunnilin er komin í gildi
Skjótt er gjørt av, tí løgtingið samtykti lógina endaliga 25. februar.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann legði ætlanina um Suðuroyartunnil fram. Nú er lógin samtykt og lýst.
 
02.03.2026 - 08:04

Lógin um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin, berghol og vegir í sambandi við hann, kom í gildi leygardagin.

Hon var kunngjørd fríggjadagin.

Skjótt er gjørt av, tí løgtingið samtykti lógina endaliga 25. februar.

Løgmaður undirskrivaði hana 26. februar.

Lógin um innlit í fyrisitingina er galdandi fyri partafelagið Suðuroyartunnilin.

Men hon er bara galdandi fyri skjøl, sum Suðuroyartunnilin hevur gjørt, ella sum eru komin felagnum í hendi, eftir at lógin um tunnilin kom í gildi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847