FMA 2026: Iggy Pop og Eivør kunngjørdu Joe & the Shitboys

FMA 2026: Iggy Pop og Eivør kunngjørdu Joe & the Shitboys
Ein tann størsta núlivandi tónleiklegenda, Iggy Pop, kunngjørdi, saman við Eivør, at Joe & The Shitboys fingu Ársins tónleikaútflutningsheiðursløn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 21:01

Iggy Pop stjól showið, tá hann brádliga tónaði fram á skíggjan og kunngjørdi, at Joe & The Shitboys fingu eina FMA-heiðursløn fyri Ársins útflutningsvirðisløn. 

The Godfather of Punk er stórur Joe & The Shitboys fjeppari, og fyri ein lítlan punkbólk í Føroyum, so svarar tað til, at Elvis sendi Robert McBirnie eina kvøðu - so stórt er tað. 

Iggy Pop spælir Joe & the Shitboys javnt og samt í sínari sending á BBC Radio 6. 

Joe & the Shitboys hava ferðast víða og nógv, so tað er væl uppiborið, at bólkurin fær heiðurin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952