Valstýrisformaður ovfarin: Valluttøkan størri enn undanfarin fólkatingsval

Valstýrisformaður ovfarin: Valluttøkan størri enn undanfarin fólkatingsval
Á middegi høvdu fleiri fólk verið á vali enn til fólkatingsvalið seinast. Hetta er galdandi bæði í Havn, Klaksvík og Runavík, sum eru stóru valstøðini í meginøkinum
Á fólkatingsvali í høllini á Hálsi í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2026 - 13:40

Hóast veðrið ikki hevur verið nakað serligt í morgun og fyrrapartin, so hevur tað ikki hildið fólki frá at velja. 

Í Klaksvík høvdu 437 fólk greitt atkvøðu á middegi, meðan 369 fólk høvdu greitt atkvøðu um somu tíð á fólkatingsvalinum seinast.

Í Runavík høvdu 372 fólk verið á vali á middegi í mun til 254 fólk, sum um somu tíð til seinasta fólkatingsval.

Eisini á størsta valstaðnum í landinum, Høllini á Hálsi í Havn, hava nógv fólk verið á vali. 

"Tað eru umleið 500 um tíman, og tað er størri enn næstan øll undanfarin ár. Vit eru á 14,3 prosentum, og tað er tað mesta síðani fólkatingsvalið í 2011," sigur Jóan Petur Hentze, valstýrisformaður í Havn. 

"Hetta er óvanligt."

FV26_Valluttoka_Joan_Petur_Hentze

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098