Starvsheitini hjá løgtings- og landsstýrisfólkum komin aftur í tingið

Starvsheitini hjá løgtings- og landsstýrisfólkum komin aftur í tingið
Uppskotið var samtykt í 2023, men broytingar i stýrisskipanarlógini krevja, at tvey ting skulu samtykkja tær
Johan Dahl, løgtingsformaður, og hini í formansskapinum eiga uppskotið um broyta starvsheitini hjá landsstýris- og løgtingsfólkum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.04.2026 - 15:49

Løgtingið fer aftur í morgin at viðgera eitt uppskot frá formansskapinum um at broyta starvsheitini løgtings- og landsstýrisfólkum. 

Sambært uppskotinum kann starvsheiti á løgtingsfólki eisini vera løgtingsmaður ella løgtingskvinna.

Starvsheitið hjá landsstýrisfólkum kann eisini vera landsstýrismaður ella landsstýriskvinna, og starvsheitið hjá løgmanni og varaløgmanni kann vera løgkvinna ella varaløgkvinna. 

Av tí at broytingarnar verða gjørdar í stýrisskipanarlógini, er neyðugt, at tvey løgting samtykkja tær. 

Undanfarna løgting samtykti broytingarnar í mai 2023, og nú skal nývalda tingið eisini taka støðu til tær. 

Skotið verður upp at beina málið í eina serliga grein 25-nevnd, og verður tað gjørt, verður nevndin eisini vald á tingfundinum í morgin. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595