FM-kapping: Helena og Sproti stjólu yvirskiftirnar

FM-kapping: Helena og Sproti stjólu yvirskiftirnar
Helena Dagmarsdóttir Nielsen og Sproti vóru bólkaði í 2. flokki, men komu á mál við næstbestu tíð á degnum, hóast tríggir FM-vinnarar vóru í besta flokkinum í Vágum
Helena Dagmarsdóttir Nielsen og Sproti áttu næstbestu tíðina, hóast tey ikki vóru bólkað í fyrsta flokki
Mynd: Ríðisamband Føroya  
 
07.06.2026 - 21:28

Helena Dagmarsdóttir Nielsen og Sproti tóku fleiri á bóli, tá tey fingu næstbestu tíðina á breytini til fyrstu FM-kappingina í tvíspor, sum var í Vágum um vikuskiftið, skrivar Ríðisamband Føroya. 

Tey vóru nevniliga bólkað í næstovasta flokkinum, meðan heili tríggir FM-vinnarar kappaðust í ovasta bólkinum. Unga vágagentan á Sprota kom um mállinjuna við tíðini 18,33 sekund uppá 250 metrar. Tey vunnu annan flokk greitt frammanfyri Drós Andriasardóttir á Spirit. og Hanus Patursson á Báruni.

Tey einastu, sum høvdu betri tíð enn Helena Dagmarsdóttir Nielsen og Sproti vóru Ása Bárðadóttir og Silfá. Tey vunnu fyrsta flokk við tíðini 18,15  sekund. Nummar tvey var Freyr við Annu Magnussen (19,55) og á triðja plássi kom Laila W. Mouritzen á Marengo (20,48).

Føroyameistarin í fjør, Ranja H. Djurhuus var óheppin og fekk skaða, tá hon datt av hestinum undan ríðingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541