Gevið okkum útjavning og minni tunnilsprát

Gevið okkum útjavning og minni tunnilsprát
Vit hava brúk fyri einum útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, og so eigur tunnilsprátið at fylla minni, heldur Miriam J. Norðberg
Miriam J. Norðberg: Brúk er fyri einum útjaðara- og útjavningarpolitikki
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
27.08.2026 - 12:43

Í 12 ár búði Miriam Jannit Norðberg, stjóri á Ítróttarháskúlanum í Vági, uttanlands. Tvey ár í Hollandi og 10 ár í Danmark. Hon heldur, at vit kunnu læra nakað av øðrum.

- Tað er løgið, at eingin tosar um fíggjarliga útjavning millum øki í Føroyum, tí mær vitandi er okkurt slag av útjavning í øllum hinum norðurlondunum, sigur Miriam.

Hon heldur, at brúk er fyri einum útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, tí tað hevði gjørt lívið rættvísari fyri okkara útjaðara. Harafturat sigur hon, at allir almennir stovnar eiga at hava ein útjaðarapolitikk. Og so eigur tað nógva tosið um Suðuroyartunnilin at fylla minni, tí tað koyrir sína gongd.

Hoyr alla samrøðuna, sum var við Miriam í Summarmorgni, her.

1829002

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290