Magnus Árason fekk síni fyrstu mál í misjøvnum føroyskum umfari

Magnus Árason fekk síni fyrstu mál í misjøvnum føroyskum umfari
Magnus Árason skoraði tríggjar ferðir í sínum fyrsta dysti fyri Mors-Thy og einum heldur misjøvnum føroyskum umfari í Danmark
Magnus Árason spældi væl til U20-EM í summar. Í dag skeyt hann trý mál fyri Mors-Thy í bestu donsku deildini
Mynd: FRH  
 
30.08.2026 - 19:49

Føroyski U20-landsliðsvongurin Magnus Árason stóð seg væl í sínum fyrsta dysti fyri Mors-Thy í bestu donsku hondbóltsdeildini.

19 ára gamli havnarmaðurin skoraði upp á allar teir tríggjar kjansirnar, sum hann fekk, tá Mors-Thy vann 34-31 ímóti uppflytaranum Kolding.

Magnus Árason skifti til Mors-Thy í summar úr GOG.

Teis Horn Rasmussen skeyt eisini síni fyrstu mál fyri TTH Holstebro, sum tapti tepurt fyri meistaraliðnum úr Aalborg. Føroyski strikuspælarin skoraði tvær ferðir upp á tríggjar skotroyndir í 31-29 ósigrinum á útivølli.

 

Óli Mittún dagsins maður

Óli Mittún spældi sera væl, tá GOG vann 34-31 á útivølli ímóti SAH við Jóhan á Plógv Hansen á liðnum.

Føroyski bakspælarin skoraði upp á sjey av átta skotroyndum og legði upp til seks mál fyri útiliðið, sum hevur fingið frálíka byrjan í ár, meðan Jóhan á Plógv Hansen skoraði eina ferð fyri SAH. 

Pauli Rasmussen skoraði tvey mál upp á trý skot fyri Ringsted, sum varð bukað 40-30 av Skjern. Jákup Egholm var við á dómaraseðlinum.

Í næstbestu deildini vann Høj 32-22 á Aarhus Håndbold við hjálp frá fýra málum frá strikuspælaranum Isaki Vedelsbøl, sum skoraði upp á allar sínar kjansir.

 

Jana við bit og slit

Jana Mittún skoraði tvær ferðir og legði upp til tvey, tá Viborg vann 29-25 á Silkeborg-Voel KFUM við bit og slit. Tær grønu vóru leingi aftanfyri og komu ikki upp á javnt, fyrr enn eitt korter var eftir at spæla.

Marita Mortensen skoraði eitt mál í 33-30 sigrinum hjá Nykøbing Falster á Ringkøbing. Bæði Viborg og Nykøbing hava fult stigatal eftir tvey tey fyrstu umførini.

Rakul Wardum stóð ein hampiligan dyst út frá umstøðunum, tá Skanderborg vórðu smurdar av 42-20 á útivølli ímóti Odense. Føroyingurin byrjaði sera væl og endaði á einum bjargingarprosenti upp á 26.

Maria Pálsdóttir Nólsoy var á vikuliðnum eftir 1. umfar, men København Håndbold kom niður á jørðina aftur eftir 37-25 ósigur fyri Esbjerg. Føroyski bakkurin skoraði trý mál.

Í fyrstu deild vann Ajax København 28-25 á Bjerringbro. Vár Zachariasen og Silja G. Eystberg skutu tvey mál í part, og Lív Zachariasen var eisini við.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949