Skjóting: Esmar og Tórur føroyameistarar

Skjóting: Esmar og Tórur føroyameistarar
Esmar Joensen er føroyameistari í OL-trap fyr aðru ferð, og Tórur Fløtt fór avstað við gullinum í OL-skeet
Mynd: Esmar Joensen vann sítt annað føroyameistaraheiti um vikuskiftið  
 
31.08.2026 - 11:44

Esmar Joensen tryggjaði sær føroyameistaraheitið í OL-trap fyri aðru ferð um vikuskiftið.

 - Tað er stórt at vera føroyameistari. Serstakliga, tá tað ikki gongur, sum tú ætlar innleiðandi, men so riggar alt bara í finaluni, segði royndi skjúttin úr Byrsumúla.

Formaðurin í Skjótisambandinum vann sítt fyrsta FM-gull fyri tveimum árum síðan. Ta ferðina vann hann á Finn Ludvig í finaluni. Hesa ferð var ungi Bartal Klettheyggj næstbestur.

SÍ EISINI: Endiliga eydnaðist hjá Esmari

Tórur Fløtt tryggjaði sær meistaraheitið í OL-skeet annað árið á rað. Skjúttin úr Sunda Byrsufelag kom heldur illa frá byrjan, men tá á stóð rakti hann kortini best.

 - Áðrenn kappingin byrjaði, hevði eg vænta tað (at vunnið, blaðm.), men sum kappingin leið, bleiv eg meir og meir nervøsur, tí tað gekk ikki væl, segði Tórur Fløtt.

Við ársbyrjan setti altjóða skjótisambandið ISSF nýggjar finalureglur í gildið, og hetta er fyrstu ferð at hesar verða royndar í FM. Finalurnar eru styttar og talið á finaluplássum er økt úr seks upp í átta. 

 Seinasta FM kappingin á hesum sinni, verður komandi vikuskifti, leygardagin 5. sept. tá FM í Nordisk Trap verður í úti á Vík í Leirvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120