Enn hava kasakar góða tíð

Enn hava kasakar góða tíð
Landsliðið hjá Kasakstan skuldi lenda í Føroyum í kvøld klokkan 18, men tað er fyribils útsett til klokkan 8.15 í morgin
Mynd: Jóannes Bjartalíð í venjingardysti móti Kasakstan í fjør
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
24.09.2026 - 14:26

Leygardagin klokkan 17 skulu Føroyar eftir ætlan spæla móti Kasakstan á Tórsvølli. Hetta er fyrsti dysturin í nýggju Nations League-kappingini. Landsliðið hjá Kasakstan skuldi lenda í Føroyum í kvøld klokkan 18, men tað er fyribils útsett til í morgin árini.

Landsliðið hjá Kasakstan hevur fyrireikað seg til at koma til landið í góðari tíð. Tað gevur teimum nakað av tíð at lenda, uttan at dysturin er í vanda fyri at blíva útsettur. Fótbóltssambandið viðmælir útiliðum, at flúgva við Atlantic Airways, men tað hevur Kasakstan ikki gjørt og flúgva við Scat Air.

- Lendir flogfarið í morgin ella enntá á dystardegnum, so vænta vit at dysturin verður avgreiddur eftir ætlan. Teir hava fyrireikað seg væl og ætlaðu at lenda tveir dagar fyri dyst, sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

LES EISINI: Veðrið órógvar aftur altjóða fótbólt í Føroyum

Hann vísur eisini á, at tað er meira avbjóðandi at flyta ein landsdyst enn ein vanligan dyst í heimligu kappingini. Allir landsdystir skulu avgreiðast í áløgdu landsliðsvindeygunum. Tað eru fýra dystir upp á ellivu dagar, so tað er ikki rúm fyri at flyta dystin uttan at tað ávirkar hinar dystirnar.

 Sjónvarpið vísur dystin og byrjar at senda leygardagin klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688