- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetin í Serbia vil vera stjórnarleiðari
Forsetin í Serbia vil vera stjórnarleiðari
Aleksander Vucic leggur frá sær sum forseti fyri tíð og stillar upp sum forsætisráðharraevni

Aleksander Vucic hevur lagt frá sum forseti
Mynd: Oliver Bunic/AFP/Ritzau Scanpix
28.09.2026 - 08:53
Forsetin í Serbia, Aleksander Vucic, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær.
Hann endar sostatt sítt seinna valskeið sum forseti, áðrenn valskeiðið er úti.
Nú ætlar hann í staðin at stilla upp til valið sum forsætisráðharraevni. Valið verður 25. oktober, skrivar Ritzau.
Fyrr í mánaðinum sendi Aleksander Vucic lóggávutingið heim og skrivaði út val. Tað hendi eftir stórt trýst á stjórnina í longri tíð frá lesandi í landinum.
Studentarørslan hevur millum annað funnist harðliga at stjórnini fyri mutur í sambandi við eina vanlukku á eini tokstøð í býnum Novi Sad í 2024.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























