Ikki tikið avgerð um landsrættin

Ikki tikið avgerð um landsrættin
Avgerðin um at leggja málið fyri landsrættin um tey fýra makrelskipini, skal takast saman við føroyskum myndugleikum, sigur ákæruvaldið
 
10.02.2014 - 14:11

Hjá fútanum hava tey ikki avgjørt enn, um dómurin hjá Føroya rætti í málinum um fýra skip, sum fiskaðu makrel í einum stongdum kassa, skal roynast í Landsrættinum.

Linda Hesselberg, sum var ákæri í málinum, sigur, at tá talan er um brot á føroyska lóggávu, avger fútin ikki einsamallur, um dómar skulu skjótast inn fyri Landsrættin.

Í hesum førinum er talan um fiskivinnulóggávu, og tí verður spurningurin um at royna málið í Landsrættinum viðgjørdur saman við Vørn og Fiskimálaráðnum.

Dómurin fall mikudagin í síðstu viku.

Ákæruvaldið fekk ikki viðhald í, at allur reiðskapurin hjá teimum fýra skipunum skuldi dragast inn.

Ákæruvaldið kravdi, at reiðskapur fyri 3,7 mió. kr. skuldi konfiskerast.

Men rætturin lurtaði eftir verjanum, sum segði, at bara tann reiðskapur, sum varð brúktur til ólógliga fiskiskapin, skuldi dragast inn.

Og hann er verdur eina millión og 336.600 kr.

Freistin at appellera er tvær vikur, so fútin hevur eina góða viku afturat at umhugsa møguleikan.

Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, hevur heldur ikki avgjørt, um hann skal skjóta dómin inn fyri Landsrættin.

Hann skal fyrst tosa við teir fýra reiðararnar um dómin, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949