Fýra milliónir við í sjúkratrygging hjá Obama

Fýra milliónir við í sjúkratrygging hjá Obama
700.000 amerikanarar hava í februar skrivað seg upp til nýggja sjúkratrygging, ið Barack Obama setti í verk í oktober 2013
700.000 amerikanarar hava higartil í februar skrivað seg upp til nýggju sjúkratryggingina, ið verður nevnd Obamacare
 
26.02.2014 - 09:20

Umleið fýra milliónir amerikanarar hava higartil skrivað seg upp til nýggju sjúkratryggingina, sum Barack Obama hevur arbeitt fyri at fáa innført í USA.

Higartil hava umleið 700.000 amerikanarar í februar mánað skrivað seg upp til sjúkratryggingina, sum á mannamunni eisini verður nevnd Obamacare.

Tá latið varð upp fyri sjúkratryggingini í oktober 2013, vóru so nógvir tøkniligir trupulleikar við skipanini, at freistin hjá amerikanarunum, at skriva seg upp, varð longd til 31. mars 2014.

Sjeyndi hvør amerikanari onga sjúkratrygging

Í USA búgva umleið 310 milliónir fólk. Mett verður, at 45 milliónir amerikanarar onga sjúkratrygging hava, og tískil sjálvi mugu gjalda, skulu tey hava viðgerð á einum sjúkrahúsi.

Higartil hava amerikanarar teknað sjúkratrygging privat. Teir flestu amerikanarar, ið hava sjúkratryggingar, hava fingið sjúkratrygging goldna frá arbeiðsgevarum sínum.

Mett verður, at seks milliónir fólk í USA fara at skriva seg upp til nýggju sjúkratryggingina, áðrenn freistin endar 31. mars, tað vil siga um tveir mánar, skrivar dr.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. desember
Nýtt ljóð
201382
Hósdag 11. desember
Dansival - Jóan Jakku Heinesen
201380
Hósdag 11. desember
Eini barnavinalig jól
201366
Hósdag 11. desember
Morgunlestur hósdagur 11.desember 2025
201347
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310