75 ára gamal trúboðari latin leysur í Norðurkorea

75 ára gamal trúboðari latin leysur í Norðurkorea
75 ára gamli avstralski trúboðarin, John Short, sum var handtikin í Norðurkorea fyri einum mánaða síðan, er latin leysur.
75 ára gamli John Short júst komin til Bejing úr Norðurkorea.
 
03.03.2014 - 12:04

John Short varð handtikin eftir at hava býtt kristiligt tilfar út á einum ferðavinnustaði í høvuðsstaðnum í Norðurkorea, Pyongyang.

Hann varð eisini handtikin fyri at býtt tilfar út á eini undirgrundar jarnbreyt í 2012.

Breyt lógina

Tíðindastovan í Norðurkorea, KCNA, sigur, at John Short breyt norðurkoreanska lóg, men at hann nú hevur biðið stjórnina um umbering.

- Tað er fyrst og fremst aldurin hjá John Short, sum ger, at vit hava latið hann leysan, skrivar KCNA.

Átrúnaðarligt virksemi er strangliga bannað í Norðurkorea, og seinastu árini eru fleiri trúboðarar handtiknir og settir í fongsul.

Troyttur

- Eg eri ómetaliga troyttur, segði John Short við tíðindafólk, tá hann kom úr flogfarinum í kinverska høvuðsstaðnum, Bejing, sunnudagin. Hann kom tá beinleiðis úr Norðurkorea.

Kelda: BBC

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107