Níggju palestinar dripnir

Níggju palestinar dripnir
Í minsta lagi níggju palestinskir stríðsmenn lógu eftirá eftir tvey ísraelsk loftálop í Gasageiranum.
Støðan í Gasa er spent eftir seinastu bumbuálopini.
 
07.07.2014 - 10:48

Miðskeiðis í Gasageiranum leyp Ísraelski herurin á við ómannaðum flogførum. Tað álopið kostaði tveimum Fatah-fólkum lívið.

Sjey mans úr Al Qassam-deildum lótu lív, tá ið ísraelar sleptu eini bumbu har suðuri í Gasa. Ikki síðan 2012 eru so nógvir hernaðarligir palestinskir falnir.

Palestinsk stríðsfólk í Gasa hava skotið einar 25 rakettir yvir um ísraelska markið síðan sunnumorgunin. Tað hendi, eftir at Ísrael náttina fyri bumbaði Gasa tíggju ferðir, skrivar tíðindastovan, Al Jazeera, ið hevur fólk á staðnum.

Stríðið millum partarnar er harðnað, eftir at 16 ára gamli palestinin, Mohammed Abu Khdeir, herfyri varð brendur til deyðis. Morðið var eftir øllum at døma hevnd fyri, at palestinar myrdu tríggjar ungar ísraelar í juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203