- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein blóðroynd fer at kunna staðfesta alzheimer
Bretskir granskarar hava tikið eitt týðandi stig at menna eina blóðroynd, sum skal vísa, um fólk eru á veg at fáa alzheimer sjúkuna.
Kanningar av meira enn túsund fólkum hava eyðmerkt nøkur protein í blóðinum, sum við 87 prosent vissu kunnu siga, at alzheimer sjúkan er ávegis.
Úrslitið fer í fyrsta lagi at verða brúkt í royndunum at finna nýggjan heilivág fyri demens, og enn fer tað ikki at bera til hjá fólki at fara til lækna at biðja um at fáa royndina tikna.
Granskingin, at finna eina viðgerð fyri alzheimer, hevur ikki havt eydnuna við sær. Í tíggju ára skeiðnum millum 2002 og 2012 eru næstan allar royndir at fyribyrgja ella steðga sjúkuni endaðar úrslitaleysar.
Um ræður at finna tey sjúku fyrr
Innan læknavísindina verður hildið, at vánaligu granskingarúrslitini hava samband við, at sjúkan er komin ov langt, áðrenn hon verður staðfest, tí heili tíggju ár kunnu ganga frá tí at fyrstu tekinini vísa seg, til sjúkan brýtur út.
Tí er hetta, at finna sjúklingarnar fyrr, eitt av høvuðsendamálunum í demens-granskingini.
- So leingi eingin viðgerð er fyri sjúkuna, er sjálvsagt rætt at spyrja, havt virði er í at kunna staðfesta fyrr enn nú, at sjúkan er á veg, sigur Simon Lovestone, professari á universitetinum í Oxford í Onglandi.
Sjálvur sigur hann seg hava verið noyddan at biðja fólk bíða og koma aftur um eitt ár at siga sær, um minnið er versnað.
- Og tað er ikki ringt at ímynda sær, hvussu fólk hava tað hesa tíðina, sigur professarin.
Blóðroyndin fer ikki at verða brúkt einsamøll tá - ella um - hon verður partur av kanningini fyri at staðfesta alzheimer. Ein slík kanning fer at verða gjørd saman við heilaskanning og kanning av mønuvevnaðinum, verður sagt.
Alzheimer sjúkan fer at raka nógv fleiri, enn hon ger nú. Mett verður, at 44 milliónir fólk kring heimin hava sjúkuna, og í 2050 verður talið 135 milliónir fólk.