Flogfelagið Cimber gevst við virksemi sínum

Flogfelagið Cimber gevst við virksemi sínum
Leiðslan boðar samstundis frá, at starvsfólkini verða søgd úr starvi í dag
 
29.09.2014 - 15:59

Danska flogfelagið, Cimber, sum hjálpti føroyingum at seta á stovn Atlantic Airways gevst nú við virksemi sínum.

Orsøkin er, at avtalan, sum Cimber seinastu 10 árini hevur havt við SAS, er uppsøgd frá fyrsta apríl næsta ár. Tí steðgar alt virksemi hjá flogfelagnum, sigur Jørgen Nielsen, stjóri í Cimber.

Starvsfólkini, - tey eru 130 í tali, fáa í dag og í morgin ætlanarskriv um uppsøgn. 

Kanna møguleikar at halda fram

Jørgen Nielsen vísur á, at felagið hevur arbeitt út frá langtíðarbíleggingum, og tí vil hann ikki vísa aftur, at felagið fer at halda fram eftir fyrsta april.

- Tað velst um, um vit fáa nakra langtíðar bílegging, sigur hann. - Nú verður farið út á marknaðin at kanna, hvørjar uppgávur felagið kann bjóða seg fram til.

Spurdur, hví SAS segði upp avtaluna, sigur Jørgen Nielsen, at møguliga hevur SAS viljað havt størri flogfør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723