Finnlendingar við í yvirgangsatsóknum í útlondum

Finnlendingar við í yvirgangsatsóknum í útlondum
Sambært finsku tíðindastovuni, FNB, eru talan um tríggjar menn, sum eru handtiknir í Helsingfors-økinum.
Islamistar við ISIS flaggi
Mynd: © REUTERS/ Stringer  
 
08.10.2014 - 09:43

Finska løgreglan handtók í gjár tríggjar persónar, sum eru skuldsettir fyri at skipa fyri yvirgangsatsóknum í útlondum, skriva finskir fjølmiðlar.

Talan er um finskar ríkisborgarar, og teir eru skuldsettir fyri at hava tikið lut í virksmeinum hjá vápnaðum bólkum úti í heimi. Finskir fjølmiðlar skriva, at málið hevur samband við Sýria og víðgongdar felagsskapin, Islamskur Statur, - stytt IS.

Sambært finsku tíðindastovuni, FNB, eru talan um tríggjar menn, sum eru handtiknir í Helsingfors-økinum. 

Finska trygdarløgreglan sigur, at nærum 40 persónar eru farnir úr Finlandi í kríggj í Sýria, skrivar NTB.

Og løgreglan í London handtók í gjár fýra menn, sum eru 20 og 21 ára gamlir. Illgruni er um, at teir fyrireikaða og setta í verk yvirgangsatsóknir. 

Fyrra hálvár í ár hevur bretska løgreglan framt 69 handtøkur í sambandi við stríðið í Sýria, - og tað er fimm ferðir fleiri enn í fjør, skrivar Ritzau.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776