Breivik stevnt norska statin

Breivik stevnt norska statin
Norðmaðurin, Anders Behring Breivik, hevur lagt sak móti norska statinum við kravi um, at hann sleppur úr isolatióni
Anders Bering Breivik
Mynd: Savnsmynd  
 
11.02.2015 - 09:23

Norðmaðurin, Anders Behring Breivik, sum er dømdur fyri yvirgang, vil ikki bara sleppa úr isolatiónini, hann vil eisini sleppa at senda brøv.

Anders Behring Breivik er dømdur 21 ára fongsul fyri at hava dripið 77 fólk í Oslo og á Utøya.

Sakførari hansara, Geir Lippestad, sigur við norska Dagbladet, at teir fyrireika rættarmál fyri brot á mannarættindi.

Síðani Breivik varð handtikin, hevur hann, sum einasti norski fangi, sitið dómin á eini deild við serliga trygd, við ongum sambandi við aðrar fangar. 

Lippestad sigur, at Breivik kann ikki støðugt sita avbyrgdur, og at hann ynskir at fáa samband við aðrar fangar.

- Vit fyrireika rættarmál móti statinum og løgdeildini, sigur Lippestad við blaðið.

Hann sigur, at teir fara at handa stevningina fyri páskir. 

- Tað týdningarmikla í rættarmálinum er, at hann framvegis situr avbyrgdur, og at nú er stundin komin til at steðga við tí. Vit ynskja, at dómstólurin skal meta, um hetta er í samsvar við lógarverkið, sigur Lippestad.

Advokatarnir hjá Breivik siga, at hetta er í stríð við grein trý í evropiska mannarættindasáttmálan, har tað stendur, at eingin má verða fyri ómenniskjaligari ella niðurgerandi viðferð ella revsing. 

- Lang og áhaldandi avbyrging verður eitt slag av píning, sigur Lippestad.

Eftir at Breivik varð dømdur í august 2012 hevur hann sent fleiri brøv til viðhaldsfólk, fjølmiðlar og onnur. Men tað fekk bráan enda í desember í fjør, eftir at Kriminalforsorgin í samtykt staðfesti, at Breivik royndi at skipa rørslu, sum skuldi fremja ógvusligan harðskap og yvirgang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847