Breivik nýggjan sakførara

Breivik nýggjan sakførara
Norðmaðurin, Anders Behring Breivik, hevur givið sakførara sínum, Geir Lippestad, fótin. Orsøkin er enn ógreið
Anders Behring Breivik, sum drap 77 fólk í Oslo og á Utøya í 2011, hevur givið sakførara sínum, Geir Lippestad, fótin
 
26.02.2015 - 16:55

Í staðin hevur Breivik, sum 22. juli í 2011 drap 77 fólk í Oslo og á Utøya, sett Øystein Storrvik, sum nýggjan sakførara hjá sær. Storrvik sigur við VG, at hann hevur sent Geir Lippestad fráboðan um hetta.

Storrvik vil tó einki siga um orsøkina, annað enn, at Breivik er langtíðarfangi og hann hevur stóran tørv á løgfrøðiligari hjálp. Storrvik vil heldur ikki siga, um hann hevur tosað við Breivik.

- Eg havi ikki nógv at siga júst nú, men eg skilji, at tá hann hevur fingið langtíðardóm, so er tørvurin fyri løgfrøðiligari hjálp stórur. Tí nógvir trupulleika koma, sum hann skal hava hjálp til at avgreiða.

Geir Lippestad var verji hjá Anders Behring Breivik, tá revsimálið var í rættinum móti honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
209322
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207