NSÍ enn á odda og FC Suðuroy fingið fyrstu stigini

NSÍ enn á odda og FC Suðuroy fingið fyrstu stigini
Stigatalvan er broytt nakað eftir dystunum um vikuskiftið. Her eru úrslitini og málskjúttarnir í 6.umfari
 
12.04.2015 - 18:36

NSÍ varðveitir oddasessin, tí NSÌ greiddi í dag sína skyldu á heimavølli móti HB. ÍF hevur hálað seg fram á stigatalvuni við fyrsta sigrinum í ár, og  FC suðuroy er nú ikki einsamalt á aftasta plássi eftir fyrstu stigini í gjár við sigrinum á AB.

 

Úrslitini í 6.umfari

B36 -TB:  3-0    (0-0)

70 min: 1-0: Lukasz Cieslewicz
86 min: 2-0 Jákup á Borg  
90 min : 3-0 Àrni G. Nielsen 

 

ÍF- KÍ: 3-1  (1-1)

12 min: Páll Klettskarð
15 min: Bartal Eliasen
70 min: Adeshina Lawal, brotspark
89 min: Kristoffur Jacobsen 

 

NSÍ - HB  2-0 (0-0)

71 min: 1-0  Magnus H. Olsen 
83 min 2-0 Klæmint Olsen


EB/ST -Víkingur 1-2 (0-1)

8 min : 0-1 Gunnar Vatnhamar
69 min: 0-2 Gunnar Vatnhamar
88 min: 1-2 Ólavur Ejdesgaard


FC/Suðuroy - AB : 3-1 (2-1)

5 min: 1-0 Vallerian Iobashvili
13 min: 2-0 Mamuka Toronjadze
31 min : 2-1 Jógvan Andrias Nolsøe
91 min: 3-1 Mamuka Toronjadze

Tvey met sett í dag

Jákup á Borg skeyt mál nummar 148 í landskappingini, og hevur tískil nú tikið metið hjá gamla álopsmakkaranum, John Petersen, sum átti metið við 147 málum.
Jákup á Borg er nú mest skorandi leikari í føroyskum fótbólti, sum 35 ára gamal.

Og Heðin á Lakjuni hjá KÍ spældi dyst nummar 408 í landskappingini, og hevur tí eisiniskrivað søgu í dag, nú hann tók metið hjá Egili á Bø, sum hevur spælt 407 dystir. Heðin á Lakjuni er nú tann spælarin sum hevur spælt flestar dystir í føroyskum fótbólti. Heðin á Lakjuni er 37 ára gamal. 

 

Stigatalvan eftir 6.umfar.

1 NSÍ 15 stig
2 B36 14 stig
3 Víkingur 10 stig
4 HB 9  stig 
5 ÍF 7 stig
6 TB 6  stig
7 AB 5 stig
8 KÍ 5 stig
9 EB/ST 3 stig
10 FC/suðuroy 3 stig  

 


7 umfar í effo deildini sær soleiðis út: 

leygardagin 18 apríl 

NSÍ-AB 
FC Suðuroy-HB

Sunnudagin 19 apríl 

TB- Víkingur
ÍF-B36
KÍ -EB/Streymur

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444