Nógv ávirkað fólk úti í nátt

Nógv ávirkað fólk úti í nátt
Fitt av fólki vóru í býnum í nátt, men tað gekk lutfalsliga friðarliga fyri seg. Løgreglan var eisini runt og kannaði skeinkistøðini
Fitt av fólki var úti í nátt, men tað gekk lutfalsliga friðarliga fyri seg, tó at nøkur mál vórðu hjá løgregluni í nátt
 
19.04.2015 - 09:21

Tað var nógv fólk úti í nátt, men tað var sum heild bæði gott skil og gott lag á á fólki, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, Hallgrím Hansen.

Ein var tikin fyri rúsdrekkakoyring, og tveir mans høvdu so høga promillu, at løgreglan metti, tað var best, at teir svóvu rúsin av sær, áðrenn teir sleppa heimaftur.

Innbrot var í nátt í sølubúðina hjá Okkara á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Løgreglan veit ikki enn, hvussu nógv tystu tjóvarnir hava tikið við sær haðani.

Kannaðu skeinkistøðini

Fólk frá løgregluni vóru í nátt runt á skeinkistøðunum í høvuðsstaðnum, har kannað varð, um viðurskiftini hjá skeinkistøðunum vóru í lagi.

- Vit kannaðu, um tey halda seg til lógina, at rýmingarleiðir ikki eru blokeraðar og at einki fólk undir 18 ár er á skeinkistøðunum, sigur Hallgrím Hansen.

Har var einki at finnast at. Viðurskiftini á skeinkistøðunum, løgreglan kannaði í nátt, vóru í lagi, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244