Hundar gjørdu av við hønur

Hundar gjørdu av við hønur
Tveir leysir hundar gjørdu í morgun av við nakrar hønur í Havn. Hundaeigarin fær eina heilsan og bót sendandi frá løgregluni
Tveir hundar gjørdu í morgun av við fýra hønur. Hundaeigarin fær nú eina heilsan frá løgregluni, tí hundarnir vóru leysir
 
19.04.2015 - 18:15

Løgreglan fekk ikki frið í morgun, eftir at náttarlívið var hasað av og onkur svav rúsin av sær í brummuni, Um níggjutíðina var aftur boð eftir løgregluni. Hesa ferð, tí hundar ótu hønur í høvuðsstaðnum.

Løgreglan sendi í morgun boð eftir hundafangaranum. Tá hundafangarin kom á staðið, høvdu tveir hundar bitið og dripið fýra hønur.

600 krónur í bót fyri hvønn hund

Hundar skulu ikki ganga leysir. Gera teir tað, fær eigarin bót. 600 krónur fyri hvønn hundin, so hundaeigarin skal rinda tilsamans 1200 krónur í bót.

Harumframt hevur eigarin av hønunum kravt endurgjald fyri mistu hønurnar. Tað er ógreitt, hvat ein høna kostar í endurgjaldi.

Meðan eigarin av hønunum ikki fær mistu hønurnar aftur, hevur hundaeigarin fingið báðar hundarnar aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541