13 fólk handtikin fyri mutur

13 fólk handtikin fyri mutur
Í Danmark eru 13 fólk handtikin í einum máli, sum snýr seg um mutur av almennum starvsfólki. Millum tey handtiknu er eitt starvsfólk hjá løgregluni
13 fólk í Danmark eru handtikin fyri mutur, eftir at Region Sjælland hevur meldað fyri mutur. Fólkini starvast hjá Region Sjælland, tveimum kt-fyritøkum og eitt fólk starvast hjá Ríkisløgregluni
 
09.06.2015 - 12:48

Tað er løgreglan í Suðursjællandi og Lolland-Falster, sum hevur handtikið tey 13 fólkini, eftir at Region Sjælland hevur meldað. Illgruni er um, at fólkini hava verið partur av mutri, tá Region Sjælland skuldi keypa kt-útgerð.

Tey handtiknu eru starvsfólk í Region Sjælland, starvsfólk hjá tveimum kt-fyritøkum og eitt starvsfólk hjá dansku Ríkisløgregluni. Fyrrapartin hevur danska løgreglan gjørt húsarannsóknir á 17 adressum ymsastaðni á Sælandi.

Hald er lagt á kt-útgerð og annað, sum veður mett at hava týdning fyri kanningararbeiðið. Danska løgreglan hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar. Sambært danska kringvarpinum metir løgregluovastin Lene Franck tó málið at vera "sera álvarsamt."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717