Screening fyri bróstkrabba kostar 1,5 mió. kr.

Screening fyri bróstkrabba kostar 1,5 mió. kr.
Fyrstu tvey árini kosta kanningar of viðgerðir slakar fýra milliónir um árið
 
26.06.2015 - 07:52

Tað fer at kosta umleið 1,5 millión krónur aftrat um árið at seta eina screeningsskipan fyri bróstkrabba í verk. 

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar fyri kanningar og viðgerðir fyri bróstkrabba verða sostatt 3,8 milliónir krónur árliga tvey tey fyrstu árini. 

Tað metir stýrisbólkurin fyri krabbameinsøkið, sum er komin vil einum tilmæli til landsstýrismannin í heilsumálum, í sambandi við at føroyskar kvinnur skulu kannast regluliga fyri bróstkrabba.

Bólkurin metir, at tað verður dýrari tvey tey fyrstu árini, tí fleiri tilburðir helst verða staðfestir í fyrstuni.

Tað er ein sannroynd, at tess fleiri kvinnur verða kannaðar, tess fleiri tilburðir verða staðfestir í fyrstu atløgu. 

Talið minkar

Hetta talið minkar tó helst aftur til eitt útgangsstøði, sum er á leið tað sama sum frammanundan. Tó fara hesar kvinnur í framtíðini at koma fyrr í viðgerð.

Útreiðslurnar til ein bróstkrabbatilburð fevna um eitt nú skurðviðgerðir og stráluviðgerðir, og ætlanin byggir á eina skipan, har allar føroyskar kvinnur millum 50 og 69 ár verða kannaðar.

Sambært ECAC (European Code Against Cancer) eru haldgóð prógv fyri, at mammografiscreening gevur góð úrslit, og færri kvinnur doyggja av bróstkrabba. 

Sjey kanningar, sum fevndu um meira eina hálva millión kvinnur, hava víst, at 25 prosent færri kvinnur doyggja, verða tær screenaðar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533