Kanna HPV-vaksinuna

Kanna HPV-vaksinuna
Hjáárinsnevndin hjá evropiskum heilivágsagenturi hevur sett í verk enn eina kanning av HPV-vaksinum og trygdarprofili hennara
 
13.07.2015 - 15:34

Eftir at fleiri hundrað frágreiðingar eru skrivaðar um hjáárin av HPV-vaksinuni, hevur hjáárinsnevndin hjá evropiskum heilivágsagenturi sett í verk enn eina kanning av HPV-vaksinum og trygdarprofilinum hjá henni.

Tað verður gjørt eftir tilmæli frá danska heilsustýrinum, sum hevur biðið um evropiska meting, tí tað hevur fingið nýggjar fráboðari um hjáárin av HPV-vaksinuni.

- Nógvar gentur og familjur teirra eru stúrin, og tí mugu vit kannað í ES-høpi, um samband kann vera millum sjúkueyðkenni, sum vit fáa fráboðan um, og HPV-vaksinuna, sigur Henrik G. Jensen, deildarstjóri í Heilsustýrinum.

Stýrið hevur, síðani vaksinan var tikin í brúk í 2009 og fram til fyrsta ársfjórðing 2015, fingið 1305 fráboðanir um møgulig hjáárin, - av teimum eru 363 skrásett sum álvarslig.

Danski heilsumálaráðharrin, Sofie Løhde, sigur. at best er at kanna hjáárinini. Hon leggur tó í sama viðfangi dent á, at vaksinan í høvuðsheitum riggar.

- Bæði nevndin fyri hjáárin og danska heilsustýrið meta, at fyrimunirnir við vaksinuni móti krabbameina í lívmóðurhálsi eru størri, enn vansarnir, og hon mælir tí framvegis til, at gentur verða vaksineraðar.

- Men tað hevur týdning fyri meg, at vit gera nakað, nú vit javnt og samt fáa fráboðanir um hjáárin, og fleiri gentur og familjur teirra eru stúrin. Tað skulu vit taka í álvara, sigur Sofia Løhde.

Danska heilsustýrið mælir til, at 12 ára gamlar gentur verða vaksineraðar.

Kanningin av HPV-vaksinuni verður væntandi liðug í mai næsta ár, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974