Ódnin rakt Kina

Ódnin rakt Kina
Tropiska ódnarveðrið, sum í gjár gjørdi um seg á Taiwan, rakti í nátt landsynningspartin av Kina.
 
09.08.2015 - 11:07

Sambært altjóða tíðindastovunum hevur tropiska ódnarveðrið, sum gjørdi um seg á Taiwan í gjár rakt landsynningspartin av Kina.

Vindurin varð minkaður nakað, men var framvegis okkurt um 40 metrar um sekundið, tá ódnarveðrið rakti Kina og elvdi til stóran skaða og vatnflóð, boða tíðindastovurnar frá.

Í Fujian-landspartinum, sum liggur millum Hong Kong og Shanghai, vóru fleiri enn 370.000 fólk flutt burtur, áðrenn tropiska ódnarveðrið rakti. Eisini er øll flogferðsla har á leiðini avlýst.

Sambært tíðindastovunum fór streymurin í einum øki, har okkurt um tvær milliónir fólk búgva. 

Átta fólk hava latið lív í ódnarveðrinum, síðani ódnarveðrið rakti landsynningspartin av Kina. Á Taiwan lótu seks fólk lív í ódnarveðrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264