Tí skalt tú dagføra Windows skjótast gjørligt

Tí skalt tú dagføra Windows skjótast gjørligt
Microsoft heitir nú á øll, ið brúka Windows, at dagføra stýriskipanina skjótast gjørligt, tí eitt trygdarhol er funnið, ið teldusníkar kunnu misnýta
Microsoft mælir øllum til at dagføra Windows stýrisskipanina, eftir at eitt nýtt trygdarhol er funnið í Internet Explorer kaganum
 
20.08.2015 - 11:08

Microsoft mælir øllum, ið brúka Windows 7, 8 og 10, til at dagføra stýrisskipanina, tí eitt álvarsamt trygdarhol er funnið í teimum trimum stýrisskipanunum

Teldusníkar kunnu misnýta telduna hjá tær, og yvirtaka telduna, eftir at eitt nýtt trygdarhol er funnið í Internet Explorer kaganum, skrivar Ingeniøren.

Vanliga sendir Microsoft dagføringar út annanhvønn týsdag. Trygdarholið, ið nú er funnið, noyðir kortini Microsoft at senda út eina dagføring í skundi.

Tú kanst dagføra tína Windows-stýrisskipan á slóðini her: Microsoft Windows Update (letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775