Handtikið fólkasmuglarar í Eysturríki

Handtikið fólkasmuglarar í Eysturríki
Myndugleikarnir hava funnið 200 flóttafólk og handtikið fimm fólkasmuglarar í samband við eftirlit við lastbilum við markið har eystri í landinum
Løgreglan í Eysturríki hevur handtikið fimm fólkasmuglarar í samband við eftirlit við lastbilum. Løgreglan kannar lastbilar við markið til Ungarn, og bíðirøðin er 20 kilometrar
Mynd: AP  
 
31.08.2015 - 12:48

Tað upplýsir Johanna Mikl Leitner, talskvinna fyri eysturríska innanríkismálaráðið. Eysturríki hevur seinastu dagarnar hert eftirlitið munandi við bilum, sum kunnu brúkast til fólkasmugling.

Ein avleiðing er, at bilar standa í 20 kilometur langari bíðirøð á motorvegnum úr Ungarn til Eysturríki. Eysturrískir myndugleikar siga tó, at eftirlitið heldur fram.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Hvør einasti ein bilur, ið møguliga kann brúkast til fólkasmugling verður kannaður, sigur Johanna Mikl Leitner.

Hósdagin funnu eysturrísku myndugleikarnir ein lastbil við 71 deyðum flóttarfólkum. Fimm fólk eru handtikin í samband við tað málið. Fýra fólk úr Bulgaria og ein úr Afganistan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659