800 flóttafólk komin inn um danska markið

800 flóttafólk komin inn um danska markið
Seinnapartin í gjár vóru tey 400, men í gjárkvøldið staðfesti Lars Løkke Rasmussen, at umleið 800 flóttafólk eru komin til landið seinastu dagarnar
Umleið 800 flóttafólk eru seinastu dagarnar komin til Danmark, staðfesti danski forsætisráðharrin mánakvøldið
Mynd: DR  
 
08.09.2015 - 08:03

Danska løgreglan sigur í morgun, at umleið 300 flóttafólk eru horvin, helst tí at tey eru farin víðari, hóast løgreglan hevur ávarað um, at tað er ólógligt.

Í gjár søgdu nógv flóttafólk, at tey vildu sleppa víðari til Svøríkis. Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at vaktarhaldið við brúnna um Oyrasund er ikki styrkt

SÍ EISINI - Vit kunnu ikki sita hendur í favn

Tí verða akfør, sum kanska flyta flóttafólk um sundið, ikki steðgað. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevði í gjárkvøldið fund við hinar floksformenninar á Christiansborg um støðuna.

Lars Løkke Rasmussen segði eftir fundin mánakvøldið, at roknast kann við, at bert fá flóttafólk fara at biðja um friðskjól í Danmark, tí tey flestu vilja sleppa til eitt nú Svøríkis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659