Býtislykil fyri flóttafólk skal nú roynast í verki

Býtislykil fyri flóttafólk skal nú roynast í verki
Flóttafólk úr Eritrea verða tey fyrstu, ið verða flogin úr Italia til Norðursvøríki eftir nýggja býtislyklinum hjá ES
Eini 15 flóttafólk úr Eritrea verða tey fyrstu, sum eftir nýggja býtislyklinum hjá ES verða flogin úr Italia til Norðursvøríki, har tey skulu søkja um friðskjól
 
09.10.2015 - 11:29

Eini 15 flóttafólk úr Eritrea verða tey fyrstu, sum eftir nýggja býtislyklinum hjá ES verða flogin úr Italia til Norðursvøríki, har tey skulu søkja um friðskjól.

Limirnir í ES-nevndini hava gjørt semju um, hvussu 160.000 av teimum flýddu úr millum annað Eritrea, Sýria og Irak, sum eru komin til Europa, skulu býtast millum lond.

Skipanin skal lætta trýstið, sum er á Grikkaland, Italia og Ungarn, hagar flóttafólk og tilflytarar í hópatali eru komin í seinastuni.

Svøríki er sostatt fyrsta landið, sum skal royna nýggju skipanina hjá ES. Svenska Útlendingastýrið skrivar í tíðindaskrivi, at sviar fara at taka ímóti eini 15 flóttafólki úr Eritrea

160.000 flóttafólk býtast næstu tvey árini

Hetta er partur av eini roynd, har myndugleikarnir skulu vita, hvussu hendan nýggja skipanin virkar í verki. Ætlanin er, at tey 160.000 flóttafólkini skulu býtast innan tvey ár eru liðin.

Parturin hjá Svøriki er 5.700 fólk. Í næstu viku verða nøkur fólk flutt úr Grikkalandi til Luxembourg eftir somu skipan.

Tilsmans skulu 15.600 flóttafólk flytast úr Italia og til onnur ES-lond. Danmark, Bretland og Írland eru í útgangsstøðinum uttan fyri avtaluna, tí tey hava ymisk fyrivarni. Danmark hevur tó lovað at taka móti 1000 flóttafólkum kortini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659