Miðalinntøkur størri skattalætta enn lágar lønir

Miðalinntøkur størri skattalætta enn lágar lønir
Tey, sum hava miðalinntøkur, fáa størri skattalætta í krónum enn tey við teimum lágu lønunum. Ein miðalinntøka í Føroyum er 300.000 kr. um árið
Ein persónur, ið forvinnur 300.000 krónur um árið, fær góðar 700 krónur í skattalætta um mánaðin. Miðalinntøkurnar fáa størri skattalætta í krónum enn tey við teimum lágum lønum
 
19.11.2015 - 08:06

Tey, ið forvinna 300.000 krónur um árið, fáa góðar 700 krónur í skattalætta um mánaðin. Allar inntøkur millum 190.000 og 380.000 krónur fáa meira enn 500 krónur um mánaðin í skattalætta, sambært Fíggjarmálaráðnum.

Tey, sum fáa 500.000 krónur ella meira í løn, fáa lítlan ella ongan skattalætta hesaferð.

Av teimum 151 milliónum krónunum, sum ætlaði skattalættin fer at kosta, stava 111 milliónir krónur frá lækking í kommunuskattinum, og 40 milliónir krónur frá lækking í landsskattinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203