Saudiarabia lækkar oljuprísin til Evropa

Saudiarabia lækkar oljuprísin til Evropa
Saudiarabia fer at kappast við Iran um oljumarknaðin, vænta eygleiðarar, nú heimsins størsti oljuútflytari hevur avgjørt at lækka prísin á olju
Saudiarabia hevur gjørt av lækka prísin á olju, sum landið selur til Evropa, og Saudiarabia fer nú at kappast við Iran um oljumarknaðin, vænta eygleiðarar
 
07.01.2016 - 08:57

Tað taka eygleiðarar sum tekin um, at Saudiarabia fer at kappast við Iran um oljumarknaðin, áðrenn Iran hevur fingið veruliga ferð á oljuútflutningin aftur.

Iran hevur boðað frá, at landið ætlar at selja meir olju, sum líður á árið, og at ferð av álvara kemur á søluna í heyst.

SÍ EISINI Oljuprísurin í Saudiarabia hækkar 40 prosent

Samstundis er kreppa millum Iran og Saudiarabia, eftir at myndugleikarnir í Saudiarabia avrættaðu religiøsa leiðaran, Nimr al-Nimr.

Tað elvdi til kreppu, tá religiøsi leiðarin varð avrættaður, og sunnudagin fekk iranski sendiharrin í Saudiarabia boð um at fara heim.

Ein iranskur oljuserfrøðingur tulkar saudiarabisku avgerðina sum tekin um, at Saudiarabia vil seta seg á evropeiska oljumarknaðin, áðrenn ferð aftur kemur á iranska útflutningin.

ES-lond seta helst tiltøk úr gildi

Roknað verður við, at ES-londini longu í februar fara at seta øll tiltøkini úr gildi, sum vórðu sett í verk ímóti Iran, tá illgruni var um, at landið arbeiddi við at fáa sær kjarnorkuvápn.

Oljuprísurin lækkar, og í gjár kostaði ein tunna av olju úr Norðsjónum undir 35 dollarar fyri tunnuna. Tað er lægsti prísur í 11 ár.

Næsta botnmarkið fyri eina tunnu av olju úr Norðsjónum verður helst 30 dollarar fyri tunnuna, skrivar bretska blaðið, Financial Times.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762