Her datt postflogfar niður í Svøríki

Her datt postflogfar niður í Svøríki
Eitt norskt postflogfar hvarv í nátt á veg til Tromsø við tveimum monnum. Flogfarið er funnið í fjøllunum í Svøríki tætt við norska markið
Eitt norskt postflogfar hvarv í nátt, tá flogfarið var á veg úr Oslo til Tromsø við farmi. Sambært NRK datt flogfarið niður í Gällivare-fjøllunum (myndin) nærhendis norska markið
Mynd: SvT  
 
08.01.2016 - 10:18

Svenska bjargingartænastan hevur flogið yvir staðnum og sigur, at flogfarið er so illa farið, at lítil vón er um at finna menninar í flogfarinum á lívi.

Tað er torført hjá bjargingartænastuni at koma framat flogvrakinum, tí har er fjallalendi og 30 kuldastig. Óvist er hví ella hvat klokkan var, tá flogfarið datt niður.

Klokkan var 00:30, tá samband var við flogfarið seinast. Flogfarið var av slagnum Canadair CRJ 2000 og er skrásett í Svøríki, men flýgur við pakkum og brøvum í Norra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659