Friðarligt í Damaskus í nátt

Friðarligt í Damaskus í nátt
Tað hevur verið rættiliga friðarligt í krígsherjaða Sýria í nátt
Borgarakríggið í Sýria hevur varað í fimm ár, og umleið 250.000 fólk eru deyð, ein millión løstað og helvtin av íbúgvunum í landinum er flýggjað
 
27.02.2016 - 10:05

Altjóða vápnahvíldin, sum varð sett í verk á midnátt, hevur havt sína ávirkan og bara onkur hendinga skottilburður og spreingingar hava verið.

Fjølmiðlar skriva, at hetta er tann friðarligasta náttin í Damaskus í fleiri ár. Sambært ST hevur onkur skottilburður verið í vestara partinum av landinum í nátt, men annars friðarligt. Vápnahvíldin er gjørd millum sýrisku stjórnina og upp til 100 uppreistrarbólkar.

Borgarakríggið í Sýria hevur varað í fimm ár, og umleið 250.000 fólk eru deyð, ein millión løstað og helvtin av íbúgvunum í landinum er flýggjað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659