Minst 14 fólk latið lív í bussvanlukku

Minst 14 fólk latið lív í bussvanlukku
Í minsta lagi 14 fólk hava latið lív og 43 onnur er løstað í eini bussvanlukku í Spania. Tey lesandi vóru á veg heim frá einum festivali
Í minsta lagi 14 fólk hava latið lív í eini bussvanlukku í Spania í morgun. 57 fólk vóru í bussinum
Mynd: AP  
 
20.03.2016 - 14:49

Sambært tíðindastovuni EFE vóru 57 lesandi í bussinum, sum rendi í eini bil og koppaði av vegnum nærhendis Tarragona í ein útsynning úr Barcelona, skrivar Ritzau.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tey lesandi høvdu luttikið á einum festivali í Valencia og vóru áveg heimaftur til Barcelona í lýsingini, tá bussvanlukkan hendi í morgun.

Sambært sjónvarpsrásini RTVE komu tey lesandi, sum vóru í bussinum, frá Sveits, Noregi, Onglandi, Turkalandi, Ukraina og Barcelona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659