Japan heldur fram at veiða hval

Japan heldur fram at veiða hval
Japanskir hvalaveiðumenn hava skotið 333 sildrekar í Suðuríshavinum, sjálvt um tað er bannað at veiða hval.
 
25.03.2016 - 17:49

Altjóða Hvalaveiðunevndin, IWC, hevur sett forboð fyri hvalaveiðu í Suðuríshavinum, tí fleiri hvalasløg eru hótt. Í 1986 setti ein millumtjóðaavala forboð fyri vinnuligari hvalaveiðu.

Í Japan halda tey ikki, at fleiri hvalasløg eru hótt. Japanskir hvalaveiðumenn hava loyvt sær at veiða í Suðuríshavinum í vetur fyri at prógva, at sildrekastovnurin ikki er hóttur. 

Misnýta orðing í lógini

Hetta er ikki fyrstu ferð, at japanskir hvalaveiðumenn gera sær dælt av einari orðing í lógini, sum sigur, at hvalur kann skjótast til kanningarendamál.

Altjóða Dómstólurin í Haag kom í fjør til ta niðurstøðu, at japanska hvalaveiðan kann ikki roknast sum kanningarbeiði, og tí má hvalaveiðan steðga.

Japanski forsætisráðharrin segði tá, at hann fór at virða avgerðina hjá dómstólinum.

Men japansku hvalaveiðuskipini halda fram at veiða hval, hesaferð fyri at prógva, at sildrekastovnurin ikki er hóttur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659