- Eg leggi ikki frá mær

- Eg leggi ikki frá mær
Íslendski forsætisráðharrin hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær, hóast hann er partur í einum umfatandi máli um peningaligt skattaskjól
Íslendski forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær, hóast tað er avdúkað, at hann og familja hansara hava fjalt pening fyri skattamyndugleikunum
Mynd: Savnsmynd/AP (2013)  
 
04.04.2016 - 15:49

Tá hann vaknaði í morgun var hann forsætisráðharri í Íslandi, Og tá hann vaknar í morginárini verður hann framvegis forsætisráðharri í Íslandi.

Í øllum førum um hann sjálvur sleppur at gera av. Sigmundur Davíð Gunnlaugsson hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær sum forsætisráðharri, skrivar visir.is

Fjølmiðlar hava annars róð framundir, at hann fór at leggja frá sær, eftir at tað er avdúkað, at hann hevur fjalt nógvan pening fyri skattamyndugleikunum.

Rýmdi frá sjónvarpssamrøðu

Svenska sjónvarpið, SVT, spurdi í eini samrøðu íslendska forsætisráðharran um hansara samband við eitt felag, sum eitur Wintris.

Spurningurin fall ikki í góða jørð hjá íslandska forsætisráðharranum, sum miðskeiðis í samrøðuni takkaði fyri seg, tí hann var ikki tilreiðar at svara spurninginum.

Túsundtals íslendingar hava longu skrivað undir eitt mótmæli, at íslendski forsætisráðharrin átti at lagt frá sær. Klokkan 18 í kvøld er eisini boðað frá mótmælisgongu í Reykjavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659